Ein tann mest óvæntaða ábendingin, sum var at síggja í veljarakanningini, sum varð løgd fram í BlaðnumVikuskifti leygardagin, er ikki bara framgongdin hjá Fólkaflokkinum, men í størri mun, kanska, afturgongdin hjá Tjóðveldi.
Tjóðveldi fær nú undirtøku frá 13 prosentum av veljarunum, sum gevur fýra fólk á ting. Hetta er eins vánaligt, sum tá flokkurin var í størstu kreppu í nítiárunum. Til løgtingsvalini í 1990 og 1994 hevði flokkurin eisini undirtøku frá undir 15 prosentum, sum gav fýra fólk á ting. Á eftirfylgjandi løgtingsvali – í 1998 – hevði núverandi formaðurin, Høgni Hoydal, tikið yvir, og flokkurin fekk besta úrslit síðan 1958 og tvífaldaði tingfólkatalið.
Nú 26 ár seinni, liggur flokkurin á sama støði, sum tá formaðurin tók við.
Búnaðarfólk venda flokkinum bakið
Vit hava kagað eitt sindur niður í tølini frá spyr.fo og kunnu staðfesta, at Tjóðveldi missir atkvøðurnar til Fólkaflokkin.
Fleiri persónar hava gjørt okkum varugar við, síðan veljarakanningin varð almannakunngjørd, at frágreiðingin til afturgongdina hjá Tjóðveldi skal finnast lógini um burðardygga ferðavinnu, sum samgongan samtykti saman við parti av Sambandsflokkinum hóast ógvuslig mótmæli frá búnaðar og óðalsfólkum.
Tað eru hesi fólk, sum nú hava vent Tjóðveldi bakið, og helst eru farin yvir í Fólkaflokkin, verður sagt.
Varðveitir 69 prossent av veljarunum
Matrisan yvir flytingar í seinastu veljarakanning vísir, at av teimum, sum valdu Tjóðveldi á seinasta løgtingsvali, so eru tað 69 prosent, sum siga seg aftur fara at velja Tjóðveldið. Hetta er ikki so øðrvísi enn kanningarnar frammanundan.
Men tað, sum er øðrvísi er, at av tjóðveldisveljarunum frá seinast, eru tað 11 prosent, sum nú velja Fólkaflokkin og 10 prosent sum siga seg ikki vita hvat tey fara at velja.
Á teimum báðum undanfarnu kanningunum eru hesi tølini ávikavist 6 og 9 prossent í mai og 7 og 10 prosent í februar.
Javnaðarflokkurin stendur eisini til afturgongd í mun til seinasta løgtingsval, og hyggja vit at flytingunum, so síggja vit, at einans 58 prosent av teimum, sum valdu Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum, siga seg velja flokkin aftur um val var nú.
7 prosent velja ístaðin Fólkaflokkin og onnur 7 prosent Sambandsflokkin, meðan tað eru heili 21 prossent av javnaðarveljarunum, meira enn 5. hvør, sum sigur seg ikki vita, hvar krossurin skal setast nú.
Javnaðarflokkurin stendur til at eiga størsta missin av veljarum í teimum seinastu trimum kanningunum. Tað var í kanningini í februar mánaði, tá flokkurin hevði eina rættiliga stóra afturgongd í mun til kanningina frammanundan. Tá misti flokkurin heili 17 prosent yvir til Sambandsflokkurin, sum til hesa kanningina stóð til eina framgongd, og gjørdist størsti flokkur.
Aftur til nýggjastu kanningina. Sambandsflokkurin varðveitir tríggjar fjórðingar – 75 prosent – av sínum veljarum. 7 prosent fara til Fólkaflokkin, og 8 prosent vita ikki.
Hjá Fólkaflokkurin, sum stendur til stóra framgongd, eru tað 80 prosent av veljarunum seinast, sum aftur velja flokkin nú, men 7 prosent siga seg tó fara yvir til Javnaðarflokkin, so millum teir báðar flokkarnar tykjast atkvøðurnar at vera ‘clearaðar’.
Vit fara ikki at kava niður í flytingarnar hjá teimum smáu flokkunum, tí her eru tølini smærri og óvissan so mikið størri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald