Innanlands

Fólkaflokkurin velur landsstýrisfólk mánadagin

Tingfundur verður klokkan 11 í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-17 08:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin fer á fundi mánadagin at velja nýtt landsstýrisfólk fyri Jørgen Niclasen, sum í gjár varð loystur úr starvi sum landsstýrismaður við fíggjarmálum.

Hetta boðaði ting- og landsstýrismanning floksins frá, sambært vp.fo, eftir ein videofund í gjárkvøldið um støðuna, sum flokkurin er komin í.

Løgmaður loysti Jørgen Niclasen úr embætinum, eftir at tað er komið fram, at floksformaðurin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Hendingin hevur ikki fingið avleiðingar fyri støðuna hjá Jørgeni Niclasen í Fólkaflokkinum. Hann er ikki farin frá sum floksformaður, men ivaleyst verður spurningurin tikin til viðgerðar, tá Fólkaflokkurin í næstum fer at halda landsfund.

Landsfundur floksins, sum skuldi vera í november, varð útsettur orsaka av koronastøðuni. Enn er ikki greitt nær landsfundurin verður hildin, men roknað verður við, at tað hendir í mars.

Formaður floksins stendur fyri vali hvørja ferð landsfundur er í Fólkaflokkinum.

Klokkan 11 í dag verður tingfundur, og tá fæst at vita hvussu Fólkaflokkurin er mannaður á tingi. Um Jørgen Niclasen tekur tingsessin aftur, so er tað Heðin Zachariassen, sum má víkja. 

Ein møgulig atkvøðugreiðsla er á skránni. Tað snýr seg um loyvi at seta landsstýrismanni skrivligan spurning. Slíkt plagar at fara ígjøgnum uttan at atkvøtt verður, men tað serliga í hesum føri er, at talan er um ein spurning til júst Jørgen Niclasen.

Annars eru fýra fyrstu viðgerðir á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder