Innanlands

Fólkaflokkurin ynskir kirkjuna á Argjum bygda

Heitir á byggi- og býarskipanarnevndina um at skriva út byggiloyvi fyri ætlaða økið við Sandá

(Mynd: Brim arkitektar)

(Mynd: Brim arkitektar)

2024-01-25 08:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Birgir Nielsen, sum er einsamalt umboð fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð, heitir nú á byggi og býarskipanarnevndina um at avgreiða málið um bygging av nýggjari kirkju, og fáa byggiloyvið útskrivað.

Tað sigur hann í opnum brævi í dag.

Brævið kann lesast á lesarin.fo

- Byggimálið hevur verið drúgt, og hevur verið umvegis allar neyðugar mynduleikar. Tórshavnar Kommuna vísti upprunaliga á økið við Sandá og seldi tað til Argja Kirkju, Síðani er byggisamtyktin broytt við neyðugari góðkenning frá friðingarmynduleika og yvirfriðingarnevnd.

- Tað sum í dag manglar í byggimálinum er, at Byggi- og Býarskipanarnevndin í Tórshavnar Kommunu útskrivar endaligt byggiloyvið tíl Argja Kirkju. Søkt var um hetta frá Argja Kirkju á sumri í 2023, men enn er onki svar komið frá Tórshavnar Kommunu, skrivar Birgir Nielsen í sínum grundgevingum.

Hann skrivar eisini, at býráðslimir í vikuni eru kunnaðir av løgfrøðingum um, at býarskpanarlógin greitt ásetir, at øll skulu virða galdandi byggisamtykt og at møguliga gamlir tinglýstir servituttir falla burtur um teir ikki eru sambært byggisamtyktina.

Fólkaflokkurin fekk tvey umboð í Tórshavnar býráð við seinasta kommunuval, men eftir at Annika Olsen, fyrrverandi borgarstjóri, fór yvir í Tjóðveldið, hevur Birgir Nielsen einsamallur umboðað Fólkaflokkin. 

[object Object]Birgir Nielsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder