Eitt, sum er rættiliga merkisvert við kanningini sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin er, hvussu stórur munurin er millum bygd og bý, serliga tá hugt verður eftir Fólkaflokkinum.
Um tað einans verður hugt eftir veljarunum, sum búgva í høvuðsstaðarkommununi, so fær Fólkaflokkurin einans 12 prosent av atkvøðunum. Fólkaflokkurin kemur sostatt á fimta plássi í Tórshavnar kommunu.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru størstir í Havn við 26 prosentum, síðan kemur Tjóðveldi við 17 og Framsókn við 13 prosentum, meðan Miðflokkurin eigur 6 prosent av veljarunum í Tórshavn og Sjálvstýrið 0 prosent.
Fólkaflokkurin yvir 40 prosent ‘á bygd’
Hyggja vit at undirtøkuni í ‘restini av Føroyum’, so eigur Fólkaflokkurin heili 41 prosent, meðan Sambandsflokkurin fær 19, Javnaðarflokkurin 16, Tjóðveldi 11, Miðflokkurin 8 og Framsókn og Sjálvstýri 2 prosent.
Hesi tølini skulu takast við varni, tí óvissan her er størri enn í samlaðu uppgerðini, um 5 prosent.
Um vit skeita niður í tølini frá seinastu veljarakanning í mai, so gongur Fólkaflokkurin ógvusliga aftur í Havn og ógvusliga fram uttan fyri Havnina. Sambandsflokkurin fær stóra framgongd í Havn og afturgongd á bygd.
Javnaðarflokkurin gongur fram í Havn og eitt vet aftur á bygd, meðan Tjóðveldi gongur aftur bæði í og uttan fyri Havnina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald