placeholder
Mentan

Fólkaheilsuráðið: Hvør skal hava Fólkaheilsuvirðislønina í ár

Endamálið við ársins viðisløn er at heiðra onkran, sum hevur gjørt okkurt munagott fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum – Freistin at lata inn uppskot er 1. desember kl. 12

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-26 16:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 3. desember skipar Fólkaheilsuráðið fyri fólkaheilsuráðstevnuni "Hvussu hevur tú tað, barn", sum snýr seg um heilsu og trivnað hjá børnum og ungum.

Í hesum sambandi verður ársins fólkaheilsuvirðisløn eisini latin – í ár verður hon latin einum, sum hevur gjørt okkurt munagott fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum. 

Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum, sigur Fólaheilsuráðið, sum nú sóknast eftir uppskotum til, hvør hevur hendan heiður uppibornan.

Øll kunnu senda inn uppskot. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar o.s.fr. Ein dómsnevnd tekur síðani støðu til, hvør fær heiðurin.

Seinasta freist at lata inn uppskot er mikudagin 1. desember klokkan 12. Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder