Innanlands

Fólkaheilsuráðið kemur við nýggjum skíggjaráðum

Skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum eru leiðreglur fyri, hvussu vit kunnu fáa eina sunna javnvág í skíggjanýtsluni, har vit fáa ágóðan av tøknini, samstundis sum negativu árinini av tøknini verða avmarkað, sigur Fólkaheilsuráðið, sum hevur gjørt ein faldara við skíggjaráðum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-02 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu árini er skíggjanýtslan økt munandi. Tøknin hevur ment okkara samskiftis- og kunningarmøguleikar og okkara arbeiðsgongdir. Vit hava atgongd til kreativ hugskot og eina rúgvu av undirhaldi. Tøknin er góð, verður hon nýtt við skili. Men tøknin hevur eisini givið okkum nýggjar avbjóðingar.

Í august 2017 kom Fólkaheilsuráðið við átta skíggjaráðum, sum eru yvirskipað. Hesi ráð vórðu sera væl móttikin og førdu eisini til ein eftirspurning eftir meira neyvum ráðum um, hvussu leingi tað er ráðiligt at nýta skíggjar, tí hevur Fólkaheilsuráðið, við støði í vísindaligari gransking á økinum, arbeitt við meira neyvum skíggjráðum.

– Skíggjar eru komnir fyri at vera, men hetta merkir ikki, at vit einki skulu gera fyri at tryggja eina skynsama skíggjanýtslu. Seinastu árini er alt meiri vísindalig gransking komin undan kavi, ið bendir á, at tá ið tøknin ikki verður nýtt rætt, kann hon hava neilig árin á svøvn, sálarheilsu, málsligar førleikar, kropsliga heilsu, atferð, fakligheit og uppmerksemi, og harvið trivnað og menning. Tað er trupult, og kanska heldur ikki ynskiligt, heilt at halda okkum frá at nýta skíggjar. Í staðin eiga vit at fylgja vegleiðing og fáa góðar vanar í mun til, hvussu nógv vit nýta skíggja, hvat vit brúka hann til og í hvørjum sambandi, skrivar ráðið í tíðindaskrivi.

Sambært Fólkaheilsuráðnum eru tríggir samanhangandi tættir, sum tykjast kunna avmarka neiligu árinini av skíggjanýtsluni. Fyrsti faktorurin er aldur, annar er, hvussu vit brúka skíggja, og í triðja lagi, hvat annað vit kunnu gera í staðin fyri at brúka skíggja. Títtleikin og upphópaða tíðarnýtslan er eisini týdningarmikil.

Skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum eru leiðreglur fyri, hvussu vit kunnu fáa eina sunna javnvág í skíggjanýtsluni.

– Fylgir tú okkara leiðreglum, tryggjar tú, eina javnvág í skíggjanýtsluni, har tú fært ágóðan av tøknini, samstundis sum negativu árinini av tøknini verða avmarkað, sigur Fólkaheilsuráðið, sum hevur gjørt ein faldara við skíggjaráðum.

Boðini í faldaranum eru millum onnur:

  • At børn í fyrsta lagi fáa snildfon, tá ið tey eru 14 ára gomul
  • At børn og tannáringar, yngri enn 14 ár, bert nýta netið, tá ið foreldur eru kring tey
  • At børn ikki hava skíggja á kamari fyrr enn tey, í fyrsta lagi, eru 16 ára gomul
  • At skúlar hjálpa børnum og tannáringum at avmarka skíggjanýtlsuna og eggja til sosiala samveru við at hava snildfonfríar skúlar


Viðmæld skíggjatíð hjá Fólkaheilsuráðnum:

  • 0-3 ár: Øll skíggjanýtsla frámæld, tó Facetime við familju frá tí, at barnið er 18 mánaðir
  • 4-7 ár: 30 minuttir um dagin
  • 8-10 ár: 45 - 60 minuttir um dagin
  • 11-13 ár: 60 - 90 minuttir um dagin
  • 14-18 ár: Upp til 120 minuttir dagliga – helst minni
  • Vaksin: Upp til 120 minuttir dagliga – helst minni. Avmarka skíggjanýtsluna, um tú arbeiðir við skíggja


– Vanar verða lagdir tíðliga í lívinum, og tað er umráðandi, at góðir skíggjavanar verða lagdir í børnini, sigr Fólkaheilsuráðið, sum tí ætlar sær út á stovnar og skúlar at greiða frá skíggjaráðunum, og í  hesum sambandi ber til hjá skúlum, stovnum og øðrum felagsskapum, komandi tíðina, at bíleggja ókeypis fyrilestrar fyri foreldur og starvsfólk um skíggjaráðini við at seta seg í sambandi við Fólkaheilsuráðið.

“Almennu skíggjaráðini – góð fyri heilsu, trivnað og menning hjá børnum og ungum” verða løgd fram á Fólkaheilsuráðstevnuni "Hvussu hevur tú tað, barn?" í Kongshøll fríggjadagin, og verða tey tøk sum faldari á heimasíðuni folkaheilsa.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder