Í dag og komandi tveir dagarnar luttaka umboð frá Fólkaheilsuráðnum á Nordisk rusmiddel seminar, sum verður hildið í Nuuk. Í fjør var Fólkaheilsuráðið vertur fyri hesi ráðstevnu, sum var hildin í Smæruni í Havn.
Fólkaheilsuráðið luttekur fyri at tryggja, at vit vera dagførd við nýggjastu gransking á økinum.
Nordisk rusmiddelseminar (NRS) var á fyrsta sinni í 1984, og hevur síðani verið eitt felags árligt tiltak, sum er grundað á samstarv millum Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland, Ísland og Føroyar.
Rúsdrekka- og rúsevnisstøðan í Føroyum
Á seminarinum fer Fólkaheilsuráðið at lýsa støðuna og okkara royndir í Føroyum. Vit hava eins og øll hini londini uttan Danmark einkarsølu, sum tryggjar avmarkaða atgongd til alkohol. Prísstøði er høgt í mun til tey flestu av okkara grannalondum, tó ikki so høgt, at tað eggjar til ólógligan innflutning ella heimabryggj.
WHO vísir á trý amboð, sum kunnu minka um søluna av alkoholi og hetta eru tey amboðini, vit í Føroyum brúka í dag og sum vit tí skulu vera varin við at broyta: atgongd, prísir og marknaðarføring.
Tað er tó eitt trýst frá politiskari síðu at gera broytingar soleiðis, at atgongdin gerst lættari.
Fólkaheilsuráðið vísir í hesum føri á, at neyðugt er at halda fast um einkarsølu meginregluna, tí alt bendir á, at tað er tað, sum riggar. Fólkaheilsuráðið vísir á, at tess betri atkomuligheitin er, tess meiri verður selt og hareftir størri nýtsla. Fólkaheilsuráðið mælir til kontrollerandi og konservativan politikk á økinum og ynskir alla sølu samlaða í einkarsølu, harímillum verður mælt til, at styrkja einkarsøluna og framtíðartryggja Rúsuna. Hetta tí, at londini, sum eru umboðað í NRS samstarvinum eru á einum máli um, at einkarsølur er loysnin.
Longri frágreiðing er at lesa á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald