
Í dag skipar Fólkaheilsuráðið fyri fólkaheilsuráðstevnuni "Hvussu hevur tú tað, barn?", sum snýr seg um heilsu og trivnað hjá børnum og ungum.
Tiltakið er ókeypis, men orsakað av almennu tilmælunum, verða bert 200 luttakarar við koronupassi loyvdir, og í gjár var greitt, at ráðstevnan er fullteknað.
Vegna stóra áhuganum fer Fólkaheilsuráðið tí eisini at stroyma tiltakið á teirra YouTube-rás, so til ber hjá fleiri at fylgja við.
Ráðstevnan verður sett nú klokkan níggju, og verða fleiri framløgur á skránni, og á middegi handar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Ársins fólkaheilsuvirðisløn.
Í ár verður virðislønin latin persóni, felagsskapi ella stovni, sum hevur gjørt okkurt serstakt fyri heilsu og trivnað hjá børnum og ungum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald