Innanlands

Fólkaheilsustýrið kemur á nýggjárinum

Næsta stig er at fáa Farsóttarlógina á føroyskar hendur, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður (Savnsmynd)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður (Savnsmynd)

2022-05-03 09:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið hevur einmælt tikið undir við uppskotinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni við heilsumálum, um at seta á stovn eitt føroyskt fólkaheilsustýri.

Formliga verður Fólkaheilsustýrið stovnsett á nýggjárinum, men pengar eru longu settir av á fíggjarlógini fyri í ár til fyrireikingarnar, og tær fara í gongd beinanvegin.

Tað hevur leingi verið eitt ynski í bæði heilsuverkinum og hjá skiftandi landsstýrissamgongum at savna eina røð av týðandi heilsufakligum uppgávum, sum í dag eru spjaddar ímillum ymiskar heilsufakligar stovnar og myndugleikar, í eitt fólkaheilsustýri.

Meira effektivt heilsuverk

Higartil hevur tað ikki borið á mál at umseta hetta ynski til veruleika, men nú bleiv so koronufarsóttin beinleiðis orsøk til, at ferð av álvara kom á málið.

Fólkaheilsustýrið skal í fyrstu syftu fevna um virksemið, sum í dag er í Fólkaheilsuráðnum, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavninum, men afturat hesum fær stýrið fleiri nýggjar uppgávur at loysa og umsita.

Farsóttarlógin er næst

Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á týdningin av, at allur avgerðarmyndugleikin eins og øll tilbúgving á heilsuøkinum eisini er á staðnum, serliga í kreppustøðum. Næsta stigið á leiðini er tí eisini at fáa sjálva farsóttarlógina og alt tað, sum umsitingarliga hongur saman við henni, á føroyskar hendur.

Kaj Leo Holm Johannesen legði sítt ynski um yvirtøku av farsóttarlógini fyri á landsstýrisfundi í november í fjør, og síðan hava samráðingar verið ímillum føroyskar og danskar myndugleikar hesum viðvíkjandi.

- Farsóttarlógin fevnir breitt, eisini um øki, har myndugleikin liggur hjá øðrum landsstýrisfólkum og aðalráðum, ikki minst hjá løgmanni sjálvum. Tí eru eisini markamótsspurningar at loysa, og tað krevur nakað av fyrireiking at fremja ta yvirtøkuna. Men eg rokni heilt vist við, at tað málið verður lagt fyri Løgtingið beint eftir ólavsøku, sigur landsstýrismaðurin.

- Eg haldi, at øll nú skilja, hvussu týdningarmikið tað er, at allur avgerðar- og umsitingarmyndugleiki er á staðnum, tá kreppustøður taka seg upp, og við covid-19 lærdu vit tað upp á tann harða mátan. Tað týdningarmesta er, at vit fáa eitt samlað heilsuverk, sum virkar væl. Tí fara vit smidliga fram og gera hetta í stigum, har uppgávur, avleiðingar og avbjóðingar verða væl og virðiliga greinaðar og viðgjørdar so hvørt. Nú er Fólkaheilsustýrið komið undir land, og eftir ólavsøku yvirtaka vit farsóttarlógina; hyggja vit so eitt sindur longur fram, er tað væl saktans náttúrligt, at landslæknaembætið ein dag eisini verður partur av føroyska Fólkaheilsustýrinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum.

Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder