2020-12-25 10:42

14. desember mælti fólkakirkjan til, at ongar gudstænastur skuldu verða í kirkjunum jólaaftan og jóladag, og nú verður tilmælið víðkað.
Orsakað av vaksandi smittu boðaði Fólkakirkjan í gjár frá, eftir at hava mett um støðuna, at tilmælini um ongar gudstænastur eisini verða galdandi 2. jóladag, jólasunnudag, gamlaársdag og nýggjársdag.
Tær kirkjuligu tænasturnar annars – dópur, brúðarvígsla og jarðarferð – fylgja tilmælinum frá leiðslu kirkjurnar dagfest 21. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald