Innanlands

Fólkakirkjan missir undirtøku spakuliga

Hóast talið á limum øktist við 256 fólkum í fjør, er minkaði limatalið hetta sama tíðarskeiðið úr 78,7 niður í 78,0 prosent

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-19 10:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast limatalið í føroysku fólkakirkjuni er spakuliga vaksandi, so fækkast limirnir í mun til fólkatalið í landinum.

Hagstovan hevur í dag kunngjørt nýggjastu hagtølini fyri fólkakirkjuna, og hesi vísa, at tað á nýggjárinum vóru 41.857 limir í fólkakirkjuni. Tað eru 256 fólk fleiri enn eitt ár frammanundan.

Men lutfalslita limatalið er hetta sama tíðarskeiðið fallið við 0,6 stigum úr 78,6 til 78,0 prosent av samlaða fólkatalinum.

Í føroysku fólkakirkjuni eru 61 kirkjur og 26 prestar – sama, sum tey bæði árini frammanundan.

Lutfalsliga hevur fólkakirkjan flest limir í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi har 90.0 prosent av fólkunum hoyra til fólkakirkjuna. Tað er ikki tí, at hetta prestagjaldi við høvuðsstøð (prestagarði) í Hvalvík er væl mannað. Har er bert ein prestur til fimm kirkjur.

Lakastu undirtøkuna fyri fólkakirkjuni finst í Norðoya vestara prestagjaldi (Klaksvík). Har telja fólkakirkjulimirnir 61,1 prosent av samlaða fólkatalinum. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder