Innanlands

Fólkapensjónin hækkar eitt vet á jólum

Og aftur komandi ár skattalætti og hægri útgjald frá samhaldsfasta fáa virkna

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

2020-12-22 08:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkapensjónin, sum verður útgoldin í morgin, hækkar aftur. Innan eitt gott ár er inntøkan hjá flest øllum fólkapensjonistum í Føroyum hækkað við umleið 1.250 krónum um mánaðin.

Tað skrivar Heilsumálaráðið í fráboðan í dag.

Og tá fólkapensjonistar næsta mánað aftur fáa ein skattalætta, umframt hægri útgjald frá samhaldsfasta eftirlønargrunninum, er samlaða inntøkan hjá ógiftum pensjonistum komin uppá uml. 12.550 krónur aftaná at skattur, heilsutrygdargjald og kringvarpsgjald er farið av. Hetta er til pensjónist, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta. Eini hjún, har bæði fáa fólkapensjón, fara at fáa knappliga 22.000 krónur tilsamans, aftaná skatt og gjøld.

Við útgjaldinum hesaferð er tað grundupphæddin, sum aftur hækkar við 290 krónum. Hetta er úrslit av lógaruppskoti, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við almannamálum, legði fyri Løgtingið seinasta ár, og sum nú fær virknað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder