2025-02-18 20:38

Í dag búgva 1.101 fólk á Strondum og so nógv fólk hava ongantíð búð har.
Hetta skrivar Sjógvar kommuna á heimasíðu sínari.
Eysturoyartunnilin er helst við til gera sítt í fólkavøkstrinum. Higartil í ár eru tvey børn fødd, trý fólk eru flutt frá og 33 eru flutt til.
Um hugt verður eftir allari Sjóvar kommunu, har Strendur er nógv ta størsta búplássið, búgva samanlagt 1.271 fólk har nú tíðliga í 2025.
Á Selatrað búgva 43 fólk, í Morskranesi 20, í Kolbeinagjógv 27 og Innan Glyvur 80 fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald