Innanlands

Fólkatalið vaksið í meginpartinum av kommununum

Størstur er vøksturin í Nes kommunu, har 57 fleiri fólk búðu í september í ár, í mun til september í fjør - tað er ein vøkstur á fýra prosent. Eisini er lutfalsliga stórur vøkstur í Eiðis kommunu og Eysturkommunu

Fólkavøksturin í Nes kommunu frá september 2021 til september 2022 var fýra prosent (Mynd: nes kommuna)

Fólkavøksturin í Nes kommunu frá september 2021 til september 2022 var fýra prosent (Mynd: nes kommuna)

2022-10-11 19:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hagstova Føroya hevur aftur gjørt fólkatalið í Føroyum upp á ymsan hátt, og tað millum annað við talvu við fólkatalinum í ymsu bygdunum/býunum og kommununum í september í ár, samanborið við sama mánaða í fjør.

Tað búðu 636 fleiri fólk í Føroyum fyrst í september 2022, enn tað gjørdu somu tíð í 2021. Hetta kemst millum annað av, at tað í 17 kommunum var fólkavøkstur. Hetta vísur talvan niðast.

Í prosentum er vøksturin størstur í Nes kommunu. Talan er um 57 fólk, ið svarar til fýra prosent. 60 fólk fleiri búgva í grannakommununi - Runavíkar kommunu - ið er tann triðstørsta í landinum, í mun til fólkatal. Har er prosentvøksturin næstan tann sami sum í landsins størstu kommunu, har 350 fleiri fólk (1,5 prosent) búðu í september í ár í mun til í september í fjør.

Í Klaksvíkar kommunu stendur talið næstan í stað - vøksturin er 0,4 prosent.

Vøksturin er lutfalsliga stórur í fleiri kommunum í Eysturoynni. Umframt Nes kommunu kunnu nevnast Eysturkommuna (63 fólk - 2,8 prosent) og Eiðis kommuna (28 fólk - 3,6 prosent)

Les eisini: Fólkatalið í Eiðis kommunu farið uppum 800

Í 12 kommunum er fólkatalið lækkað. Millum annað eru 13 fólk færri (beint undir tvey prosent) í Hvalbiar kommunu. Størsta minkingin í prosentum var í Húsavikar kommunu - 6,3 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder