Fyrst í august mánaða fór í Føroyum upp um 52-túsund fólk fyri fyrstu ferð nakrantíð. 1. august vóru vit 52.122 í tali, sum 228 fleiri enn 1. juli og 868 fleiri enn 1. august í fjør.
Hetta seinasta árið hava vit upplivað eina nettotilflyting á 575 fólk – tað er munurin millum tilflyting og fráflyting, og einum burðaravlopi á 293, sum er munurin millum fødd og deyð.
Roknast kann við, at talið av borgarum er nakað lækkað næstu ferð Hagstovan ger fólkatalið upp um ein mánaða. Tí vanliga fer fólkatalið nakað niður í august mánaði, tá stórur bólkur av føroyingum flytir uttanlands, t.d. í lestrarørindum.
Men gongst sum ætlað, verður tað bert tann eina mánaðin, at fólkatalið fer niður um aftur 52-túsund, væntar Hagstovan.
Meira fæst at vita um gongdina í fólkatalinum á heimastíðuni hjá Hagstovuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald