Innanlands

Fólkatalið hækkaði við 660 seinasta 12 mánaða skeiðið

Talið á deyðum liggur nú á 43 í miðal um mánaðin - talið hevur annars í longri tíð ligið um 30, altso cirka ein um dagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-10 11:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

1. oktober búðu 54.111 fólk í Føroyum. Hetta eru 42 fólk fleiri enn 1. september, men 63 færri enn 1. august, tá 54.174 fólk vórðu skrásett í Føroyum, sum er tað mesta higartil. Vanligt er, at fólkatalið toppar 1. august á hvørjum ári, og seinastu árini hevur tað tikið tveir mánaðir at heinta tað talið inn aftur áðrenn tað aftur toppar.

Fólkatalið 1. oktober í ár er góð 660 fleiri enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 1,2 prosent, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,4 prosent.

Seinasta árið hevur vøksturin í fólkatalinum verið lakari enn undanfarnu árini. Tað hómast aftur í trendinum, sum lýsir gongdina í fólkatalinum, skrivar Hagstovan á heimasíðuni. 

Íkastið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum er minkað nógv seinasta árið. Høvuðsorsøkin er, at deyðatalið hevur verið hægri enn vanligt. Hagstovan vísir á, at deyðatalið nú er komið í eina fasta legu á 43 í miðal um mánaðin. Hetta talið hevur annars ligið um tey 30 í fleiri ár.

Minkaða burðaravlopið verður tó partvíst uppvigað av íkastinum frá nettoflytingini, sum er vaksið nakað hetta árið. Korona hevði við sær, at færri fluttu til og úr Føroyum á sumri 2020, men um ársskiftið í 2020 kom gongd aftur á flytingarnar. Síðani tá er tilflytingin vaksin meira enn fráflytingin, og tað hevur viðført eina lítla øking í nettoflytingini seinasta árið.

Størsti fólkavøksturin er í Tórshavnar kommunu og Eysturkommunum, meðan størsta minkingin var allar sunnast og allar norðast í landinum, nevniliga í Sumbiar og Viðareiðis kommunum.

Tær bygdir/býir, ið vaksa mest í løguni er Tórshavn, Argir, Hoyvík og Strendur, meðan tað minkaði mest í Søldarfirði, Leynum, Árnafirði og á Viðareiði.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder