
1. juni búðu 53.358 fólk í Føroyum. Tað er 834 fleiri enn á sama degi í fjør – ein vøkstur á 1,6 prosent.
Vøksturin seinasta árið stavar frá eini nettoflyting á 495 fólk og einum burðaravlopi á 339 børn.
Nettoflytingin er minkað nakað seinastu tvey árini, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað, so samlaða ískoytið til fólkavøksturin heldur framvegis sama javna støði á umleið 1,6% fyri hvørt 12-mánaðarskeið, skrivar Hagstovan.
Eins og í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúgvoyar og Fámjins kommunur.
Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar kommunu, har 390 fólk fluttu til kommununa, meðan størsta afturgongdin var í Sumbiar kommunu, har átta fólk fluttu úr kommununi.
Størsti vøksturin í prosentum var tó í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosent – seks fólkum. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 4,1 prosent – 22 fólk.
Størsta minking í prosentum var í Fugloyar, Kunoyar og Húsavíkar kommunum, har minkingin var 2,6 prosent – ávikavist fýra, trý og eitt fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald