
Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at fólkatalið í Eysturkommunu er støðugt vaksandi. 1. september í ár var fólkatalið 2245, samanborið við 2210 árið fyri.
Hetta er ein vøkstur á 35 fleiri fólk, ella 1,6 prosent, og um vit líta enn longur aftur, til 1. September 2016, er vøksturin 206 fólk, ella 10,1 prosent, skrivar Eysturkommuna.
Vøksturin í fólkatalinum ger, at nógv verður lagt fyri at skapa fleiri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í kommununi. Í Leirvík verða 16 nýggj grundstykkir gjørd í næstum, umframt eitt øki til íbúðarbygging.
Tørvurin á íbúðum gerst eisini alsamt størri, og tí er neyðugt við fjølbroyttari bústaðarmøguleikum, skrivar kommunan. 34 búeindir, harav 28 leiguíbúðir og seks lutaíbúðir, skulu eftir ætlan byggjast í Norðragøtu í næstum.
Góða gongdin sæst eisini aftur í bygdunum, m.a. í nýggja býlinginum á Fløtugerði í Leirvík, har nógv hús standa í gerð. Komandi tíðina verða eisini hús sett í gerð í nýggja býlinginum við Myllá í Norðragøtu, skrivar kommunan, sum leggur afturat, at eftirspurningurin at festa búgv í Eysturkommunu er stórur, og at kommunan ger alt fyri at veita neyðugu bústaðarmøguleikarnar til vaksandi fólkatalið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald