placeholder
Innanlands

Fólkatalið í fjør vaks við yvir 800 fólkum

52.124 fólk búðu í Føroyum á nýggjárinum. Hagstovan hevur gjørt fólkatalið upp fyri 2019

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-11 11:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á nýggjárinum var fólkatalið í Føroyum 52.124, og vaks sostatt við 822 fólkum í árinum 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6 prosent.

Vøksturin kemur av einum burðaravlopið á 272, ið svarar til ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 550, ið svarar til tveir triðingar, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni í dag.

Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 48.300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú leggjast útvið 70 fólk afturat mánaðarliga.

Trendurin tykist tó at vera viknaður, tí seinastu mánaðirnir vísa eina lítla minking í tilflytingini og lítlan vøkstur í fráflytingini.

Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95-100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í stívliga 140 mánaðarliga.

Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú á leið 45 fólk mánaðarliga.

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu tvey árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal millum 55 og 60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er útvið 680 árliga – nakað tað sama sum í 2018, og so høgt hevur tað ikki verið síðani 2005.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini, og er um 30-35 mánaðarliga.

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí útvið 25 fólk mánaðarliga.

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Stórur munur er millum sýslurnar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 350 fólkum og í Eysturoy við 283. Síðan koma Vágar við 78 fólkum og Norðoyggjar við 72 fólkum, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 33 fólkum og Suðuroy við 7 fólkum. Í Sandoyar sýslu er fólkatalið minkað við 1.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoy við 2,5 proentum og Vágum við 2,4 prosentum. So er eitt lop niður til Tórshavnarøkið við 1,8 og Norðoyggjar við 1,2 prosentum. So er aftur eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,7 og Suðuroy við 0,2 prosentum. Minkingin í Sandoyar sýslu svarar 0,1 prosent.

Í myndini niðanfyri er fólkatalið í øllum høvuðsøkjum í landinum sett til 100 1. januar 2014, so vit kunnu síggja prosentvísu gongdina frá hesum degi fram til 1. januar 2020. Hesi seks árini hevur størsti vøksturin verið í Eysturoy, Tórshavnarøkinum og Vágum við 10-12 prosentum, síðani í Norðoyggjum og Streymoyarøkinum annars við 6-7 prosentum, meðan ongin vøkstur hevur verið sunnanfjørðs í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder