Uttanlands

Fólkatalið í Kina minkar

Talan er um eina søguliga hending. Í fjør minkaði talið av íbúgvum í kina við 850.000

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-01-17 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðan 1961 er fólkatalið í heimsins fólkaríkasta landi fallið.

Um ársskiftið var fólkatalið í Kina 850.000 lægri enn eitt ár frammanundan. Fólkatalið fall frá 1,4126 til 1,4118 milliardir fólk.

Hetta millum annað orsakað av, at burðartalið er lækkað til tað minstað nakrantíð – 6,77 føðinger per 1.000 fólk.

Sjey ár eftir, at Kina slepti sín eitt-barns politikk, fer landið nú inn í eitt nýtt tíðarskeið við minkandi fólkatali, skrivar BBC.

Minkingin í fólkatalinum er ikki bert íkomin orsaka av lága burðartalinum. Fyri fyrstu ferð var talið á deyðum í 2022 hægri enn talið á føddum. Í 2022 doyðu 7,37 fólk pr. 1.000 fólk.

Reuters skrivar, at talan er um eina søguliga hending, og er byrjanin til eitt langt tíðarskeið við fólkaminking, og at hetta fær týðandi ávirkan á kinesiska búskapin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder