
Hagstova Føroya hevur gjørt fólkatalið fyri 2020 upp. Har verður millum annað víst á, hvussu støðan er kring landið, hvør munurin er á í mun til undanfarin ár o.s.fr.
Sí tølini her
Størsta kommunan í landinum vaks við 378 fólkum. Tað er ein vøkstur, sum svarar til 1,7 prosent.
39 prosent av øllum fólkinum í Føroyum búgva í høvuðstaðarøkinum, har vøksturin í fjør var 43 prosent av øllum fólkavøkstrinum í landinum
Ein av bygdunum í Tórshavnar kommunu er Nólsoy. Seinastu tíðina hevur nógv ljós verið varpa á ferðasambandi út til Nólsoyar.
Tølini hjá Hagstovuni vísa, at seinasta árið eru ellivu fólk løgst aftrat í Nólsoy. Tað merkir, at nú búgva 235 fólk í bygdini, og tað er tað mesta í út við 10 ár, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Samlað vóru 8 børn borin í heim, sum eru skrásett at búgva í Nólsoy. Burðaravlopið var 6 fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald