Í fjør minkaði fólkatalið í Russlandi við yvir einari millión, vísa tøl frá russisku hagstovuni Rosstat.
Hetta er størsta minkingin, síðan Sovjetsamveldið fall.
Russland hevur í longri tíð havt rættiliga lágt burðartal, og koronafarsóttin hevur eisini verið við til at ávirka gongdina.
Sambært nýggjastu tølunum frá Rosstat frá fríggjadegnum, eru fleiri enn 660.000 fólk deyð seinastu tvey árini eftir at hava verið smittað við koronu. Hetta eru uml. tvífalt so nógv, sum upplýst verður á heimasíðuni, sum russsiska stjórnin umsitur. Eru tølini frá Rosstat røtt, er Russland tað landið í heiminum, sum hevur skrásett flest andlát í sambandi við koronu, eftir USA, skrivar Ritzau.
Í Russlandi búgva í dag uml. 145 milliónir fólk. Burðartalið er, sum áður nevnt, lágt. Orsøkin til hetta er m.a., at ættarliðið, sum nú fær sær børn, heldur ikki er rættiliga stórt. Burðartalið í 1990unum var eisini lágt orsakað av búskaparliga ótryggleikanum, eftir Sovjetsamveldið fall í 1991.
Ein russisk kvinna fær í miðal 1,5 børn. Skal fólkatalið haldast á núverandi støði, skulu russiskar kvinnur í miðal hava 2,1 barn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald