Innanlands

Fólkatalið nærkast 53.800

Sambært Hagstovuni búðu 53.792 fólk í Føroyum 1. mars – Talan er um ein vøkstur á 1,4 prosent í mun til somu tíð í fjør

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2022-04-11 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. mars í ár búðu nærum 53.800 fólk í Føroyum. Tað er 730 fleiri í mun til somu tíð í fjør, ella ein vøkstur á 1,4 prosent.

Hetta er tó nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið vaks við 1,5 prosent, skrivar Hagstovan.

Fólkatalið fór at vaksa aftur fyri á leið átta árum síðani, og setti tað met í 2019, tá yvir 900 fólk løgdust aftur at í einum 12-mánaðarskeiði. Síðani tá er vøksturin viknaður nakað, og millum 700 og 800 fólk leggjast nú afturat fyri hvørt 12-mánaðarskeið.

Fólkavøksturin heldur sostatt fram. Heilt nágreiniliga búði 53.792 fólk í Føroyum 1. mars.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 216 fólk og eini nettoflyting á 514 fólk.

Í mun til undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin størri, serliga av at tilflytingin vaks meiri enn fráflytingin.

Burðaravlopið er tó væl minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Minkingin kemur bæði av, at færri børn vórðu fødd seinasta árið, og at talið á deyðum seinastu mánaðirnar hevur verið hægri enn vanligt, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder