
Vit gerast fleiri og fleiri í Føroyum. Samanborið við somu tíð í fjør er talið vaksið við 810 fólkum. Hetta er ein vøkstur uppá 1,5 prosent, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Ein triðingur av vøkstrinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 268, og tveir triðingar koma av eini nettoflyting á 542.
Í Streymoynni og Eysturoynni vaks fólkatalið mest í við ávikavist 1,8 prosentum og 1,9 prosentum. Samanlagt svarar tað til 84 prosent av samlaða fólkavøkstrinum seinasta árið. Fólkatalið í hesum báðum oyggjum er samstundis tað hægsta, tað nakrantíð hevur verið.
Afturgongdin í fólkatalinum var størst í Sandoynni, har fólkatalið minkaði við 22 fólkum ella 1,8 prosentum seinasta árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald