Danska fólkatingið ræður nú limum og starvsfólki frá at brúka sosiala miðilin TikTok á fartelefon og -teldum. Hesum boðar fólkatingið frá í tíðindaskrivi í dag.
- Fólkatingið hevur mett um trygdarvandan við TikTok, og tá Center for Cybersikkerhed nú sigur, at vandi er fyri njósning, so rætta vit okkum inn sambært tí, stendur í tíðindaskrivinum.
- Vit fylgja bert linjunum, sum verða lagdar fyri allar stovnar hjá statinum, sigur formaðurin fyri fólkatingið, Søren Gade.
TikTok appinh verður nú mett sum ein trygdarvandi í fleiri vesturlondum.
Soleiðis hava Hvítu húsini í Washington givið sínum starvsfólkum boð um, at um 30 dagar sleppur ongin telefon ella telduskipan hjá húsinum at hava TikTok. Eisini kanadiska stjórnin hevur givið starvsfólkum hjá statinum boð um ikki at hava TikTok á teirra arbeiðstelefonum og -teldum.
TilTok appin er kinesisk. Kina hevur fyrr boðað frá, sambært Ritzau, at amerikanski illgrunin um njósning einans byggir á falstíðindi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald