Uttanlands

Fólkatingið skal taka støðu til aktiva deyðshjálp

Eitt borgarauppskot um at gera aktiva deyðshjálp lógliga hevur fingið 50.000 undirskriftir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-05-27 12:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólkatingið skal nú fyri fyrstu ferð viðgera eitt uppskot um aktiva deyðshjálp.

Eitt borgarauppskot um at gera aktiva deyðshjálp lógliga í Danmark hevur nevniliga fingið 50.000 undirskriftir, ið merkir, at uppskotið skal viðgerast í tinginum, skrivar Ritzau.

Hetta er tó ikki fyrsta borgarauppskotið um aktiva deyðshjálp. Í 2018 og 2019 vóru líknandi uppskot um at gera aktiva deyðshjálp lógliga. Uppskotini fingu tó bert ávikavíst 8.386 og 1.409 undirskriftir.

Danska læknafelagið sigur seg vera ímóti uppskotinum, meðan politisku flokkarnir hava ymiskar meiningar.

Sambært Kristeligt Dagblad hava danski javnaðarflokkurin og Moderatarnir enn ikki tikið støðu til, hvussu teir skulu fyrihalda seg til uppskotið, meðan tey konservativu og Danmarksdemokratarnir siga seg vera ímóti. Liberal Alliance sigur, at limir í flokkinum eru fríttstillaðir at atkvøða eftir egnari sannføring, meðan Alternativet longu hava aktiva deyðshjálp í stevnuskránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder