Uttanlands

Fólkatingið verjir Hjort Frederiksen

Tað er ikki meiriluti fyri at taka órinið frá fyrrverandi ráðharranum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-05-19 11:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at fyrrverandi danski ráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, varðveitir sítt politiska órin, og ikki kann verða ákærdur í nógv umrødda málinum, sum snýr seg um leka av trúnaðarupplýsingum.

Fólkatingið skal taða støðu til, um órinið skal takast frá fyrrverandi Vinstra-ráðharranum.

Men í dag hevur Orla Østerby, sum er leysgangari á fólkatingi, boðað Ritzau tíðindastovuni frá, at hann ikki fer at atkvøða fyri at taka órinið frá Hjort Frederiksen.

Harvið er tað ikki meiriluti á fólkatingið fyri at ógilda órinið.

Ríkisadvokaturin hevur annars mælt til, at ákæra verður reist móti Hjort Frederiksen í málinum, hvørs staklutir ikki eru kendir fyri almenningin.

Claus Hjort Frederiksen er skuldsettur fyri at hava avdúkað statsloynidómar. Men um ákæra skal reisast móti honum, meðan hann er limur í fólkatinginum, skal ein meiriluti á fólkatingi taka órinið frá honum.

Men eftir at konservativi flokkurin og Orla Østerby, sum er fyrrverandi limur hjá konservativu, nú hava boða frá, at tey ikki fara at atkvøða fyri, so er ikki meiriluti.

Hjort Frederiksen hevur fyri langari tíð síðani boðað frá, at hann ikki stillar uppa ftur til komandi fólkatingsval, ið skal vera í seinasta lagið 4. juni 2023. Eftir tað er hann ikki vardur móti ákæru.

Í slíkum málum um statsloynidómar, er tað sambært lóg altíð løgmálaráðharrin, ið tekur avgerð um at reisa sakarmál, skrivar Ritzau.

Hjort Frederiksen sjálvur heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt. Hann hevur fyrr sagt, at málið snýr seg um, at hann hevur váttað eitt kaðalsamstarv millum Danmark og USA – nakað, ið fjølmiðlarnir fyrr hava umrøtt. Men tað var uttan, at hetta var váttað av nøkrum myndugleika.

Ákæran snýr seg um brot á grein 109 í revsilógini, ið snýr seg um at leka upplýsingar í málum, "hvorpå statens sikkerhed eller rettigheder i forhold til fremmede stater beror". Brot á hesa grein kann geva fongsul upp til 12 ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder