- Í seinastu viku var er á Gran Canaria, og leygardagin føldi eg meg illa; hevði fepur og trupulleikar við at anda. Læknin hjá mær segði, at tað kundi verið sjúkueyðkenni fyri Coronavirus, og segði at eg skuldi verða heima í 14 dagar. Læknin vil ikki kanna meg fyri Coronavirus, men um eg fái tað verri, skal eg kannast.
Hetta skrivar fólkatingskvinnan hjá Dansk Folkeparti, Mette H. Dencker, á Twitter. Hon upplýsir samstundis, at hon ikki hevur verið á Christiansborg, síðani hon kom heim frá Gran Canaria.
Mette Dencker er í sóttarhaldi
Fólkatingið viðgerð í dag solkallaðar “skundlógir” (hastelovgivning), ið skulu verða við til at steðga spreiðingina av coronavirusinum í Danmark. Í løtuni eru yvir 500 fólk smittaði, og talið er skjótt vaksandi. Higartil hevur bert verðið møguligt hjá stjórnini og myndugleikunum at gjørt tilmæli - nú verður arbeitt við at fáa møguleikan at seta krøv til fólkið.
Les eisini: Tvey fólk á røktarheimi í Aarhus smittaði við corona
Sambært TV2 eru hetta nøkur av punktunum, sum lógarheimild skal gevast til, og sum væntandi koma í gjøgnum longu í dag:
- At noyða fólk í karantenu
- At banna stórum tiltøkum
- At løgreglan kann koma inn til fólk uttan rættar/dómaraútskurð
- At steingja allar almennar stovnar og skúlar
- At nokta vitjanunum á røktarheimum og sjúkrahúsum
Les meira um punktini her
Vanligt hevði slíkt tikið fleiri mánaðir at komið ígjøgnum. Breið semja tykist at vera um, at hetta skal setast í verk. Bert Enhedslisten hevur tvey uppskot til broytingar: Eitt um at løgreglan framvegis skal hava ein úrskurð frá rættarskipanin fyri at koma inn til fólk, og hitt um at hvønn triðja mánað nú frá skal støða takast til, um tað er neyðugt at øll tiltøkini framhaldandi skulu vera í verk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald