1. november skulu donsku, føroysku og grønlendsku veljararnir til val at velja nýtt fólkating.
Hesum boðaði Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, frá á tíðindafundi uttan fyri Marienborg á middegi.
Onki óvæntað er í hesi fráboðan. Einasta ivamál inntil fyrrapartin í dag, tá innbjóðingin til tíðindafundin varð send út, var nær valið fór at verða skrivað út, og nær valdagurin verður.
Mette Frederiksen nýtti tíðindafundin, har miðlarnar frammanundan høvdu fingið at vita, at tað ikki var møguleiki at seta spurningar, til at leggja fram hvørjar ætlanir hennara egni flokkur, Socialdemokratiet, hevur fyri framtíðina. Tað gjørdist ein valtala áðrenn hon avdúkaði nær valið skuldi vera.
Føroysku flokkarnir eru farnir at fyrireika seg til hetta valið. Fyrsti flokkur av fráboðað hvørji stilla upp, er Tjóðveldi, ið hevur kallað til tíðindafund í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald