Tíðin við koronastongsli er av eisini tá tað ræður um tónleikatilboðini frá spælistøðunum í Tórsgøtu í Havn.
Hetta vikuskifti verður aftur møguleiki at uppliva livandi tónleik á vælumtókta spælistaðnum, Reinsarínum.
Í kvøld verður konsert við The Crowberry Band við multilistamanninum Janusi á Húsagarði á odda.
Við sínum fríska og sjarmerandi íkasti til fólkatónleikin í Føroyum, hevur The Crowberry Band longu havt fleiri útvarpshit síðani debutútgávuna “Good luck to you all”.
Við løgum sum “Good luck” og Mimir-fagnaðinum “Pub on the Corner”, er lagt upp til eina hugnaliga konsert. Og so sigst, at Janus hevur nøkur nýggj løg í stoypiskeiðini, sum hann fer at framføra eisini.
Fljóðljóð í Auluni
Í annaðkvøld hevur kvinnukórið Fljóðljóð konsert í Auluni í Finsen.
Hóast kórið er ógvuliga virkið og nógv umbiðið, so manglar Fljóðljóð enn at hava eina konsert í høvuðsstaðnum, sum ikki er ein jólakonsert. So kvinnurnar í Fljóðljóð gleða seg til at framføra fleiri av teirra perlum, umframt nýtt og spennandi tilfar.
Fljóðljóð, ið er kvinnað av 16 royndum sangarum, verður dagliga leitt av Súsonnu Joensen, ið starvast sum tónleiklærari á Føroya musikkskúla. Umframt eina trio-framførslu, vera eisini fleiri solorøddir at hoyra á konsertini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald