
Fólkatalið í Føroyum vaks við 609 persónum seinasta árið, og 1. juli búðu 54.601 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1 prosent, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Tað vísir nýggjasta uppgerðin fyri fólkatalið í Føroyum, sum Hagstovan kunngerð í dag
Síðani fólkavøksturin byrjaði fyri skjótt tíggju árum síðani, er fólkatalið vaksið við 6.500 fólkum ella 14 prosent. Gongdin í fólkavøkstrinum hevur verið ymisk í økjunum kring landið, og ferðin á fólkavøkstinum hevur verið ymisk frá ári til ár. Seinastu tíðina hevur fólkavøksturin verið lakari enn undanfarnu árini, og tað hómast aftur á strikumyndini:
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 185 fólk og eini nettoflyting á 424 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað meðan burðaravlopið er vaksið.
Deyðatalið minkar meiri enn føðitalið
Trendarnir vísa, at gongdin í føðitalinum og deyðatalinum hevur verið minkandi seinastu mánaðarnar. Gongdin í deyðatalinum hevur tó verið meiri minkandi enn tann í føðitalinum, og samanlagt veksur hetta um munin millum fødd og deyð.
Deyðatalið er nú minkað so mikið nógv, at tað er á sama stigi sum framman undan stóra vøkstrinum, sum var í fjør.
Størsti vøkstur í Eysturoynni
Fólkatalið hevur í longri tíð verið javnt vaksandi, men stórur munur er á økjunum kring landið.
Samanborið við 1. juli 2013 er fólkatalið vaksið í øllum økjum uttan Sandoyar- og Suðuroyar øki.
Størsti vøksturin hevur verið í Suðurstreymoyar- og Eysturoyar øki við 17-18 prosentum, síðani í Vága-, Norðoya- og Norðstreymoyar øki við 7-12 prosentum. So gott sum ongin broyting hevur verið í Sandoyar- og Suðuroyar øki. Prosentvísa gongdin síðan 2013 sæst í myndini niðanfyri.
Vøksturin størstur í størstu kommununum
Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar og Vestmanna kommunu.
Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Klaksvík, Argjum, Saltangará og á Toftum.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juli 2022 og 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald