Tað eru 850 fleiri enn fyri einum ári síðani. Nú vanta góð 100 fólk til, at vit eru 52.000 fólk í Føroyum. Hetta skrivar hagstovan á heimasíðu sínari
Trendurin vísur, at fólkatalið fór at vaksa aftur um árskiftið 2013/2014. Tá vóru vit umleið 48.300 í tali. Vøksturin í fólkatalinum er spakuliga øktur hesi árini. Á leið 75 fólk leggjast nú afturat mánaðarliga.
(Hagstova Føroya)
Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er til- og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Ískoytið frá nettoflytingini til fólkavøksturin er nú á leið 50 fólk mánaðarliga.
(Hagstova Føroya)
Trendurin vísur, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini. Trendurin gevur tó kanska ein lítla ábending um, at talið av føddum børnum nú spakuliga tykist at økjast upp í góð 60 børn mánaðarliga.
Talið av deyðum hevur somuleiðis ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um 30 mánaðarliga.
(Hagstova Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald