Innanlands

Fólkavøksturin í Nes kommunu í 2021 var beint undir fýra prosent

Tann 31. desember 2021 búðu 1452 fólk í Nes kommunu - hetta eru 53 fleiri, enn tað gjørdu við ársbyrjan. Hetta merkir eisini, at skattainntøkurnar eru hægri enn undanfarnu ár

Nýggju íbúðirnar á Kneysum á Toftum (Mynd: nes.fo)

Nýggju íbúðirnar á Kneysum á Toftum (Mynd: nes.fo)

2022-01-04 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áhugin at seta búgv í Nes kommunu er stórur - hetta hevur verið nakað frammi, og tað kemst millum annað av Eysturoyartunnlinum

Tað er tí ikki óvæntað, at Nes kommuna kann skriva um fólkavøkstur og vaksandi skattainntøkur á heimasíðu sínari.

Har verður fegnast um, at farna árið hevur gingið væl hjá kommununi, har fólkatalið økt við 3,8 prosentum. Tann 31. desember 2021 búðu 1452 fólk í Nes kommunu - tað eru 53 fólk fleiri enn við ársbyrjan 2021.

Hetta hevur við sær, at skattainntøkurnar millum annað í desember, sum vóru tkr. 5.175. vóru væl enn væntaða miðaltalið. Meirinntøkan var samanlagt 7,4 prosent - fullfíggjað yvirlit sæst á nes.fo 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder