Innanlands

Fólkaflokkurin hevur landsfund í morgin

Í morgin byrjar landsfundurin hjá Fólkaflokkinum á Hotel Hafnia

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum

2019-11-15 17:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, leygardagin 16. november klokkan 13, hevur Fólkaflokkurin landsfund á Hotel Hafnia í Havn.

Jørgen Niclasen, floksformaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum, byrjar fundin við formansrøðu síni.

Síðani leggja hini landsstýrisfólkini í flokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fram um teirra málsøkir.

Tingfólk floksins fáa síðani orðið at greiða frá tingarbeiðinum, og at enda verður orðið frítt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder