Innanlands

Fólkið peikar framegis á Aksel sum løgmann

37,3 prosent av veljarunum halda, at sitandi løgmaður átti at hildið fram

Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-29 09:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast flokkurin hjá løgmanni, Javnaðarflokkurin, sær út til at missa undirtøku millum veljararnar, so er Aksel V. Johannesen framvegis tann floksformaður, sum føroyingar helst vilja hava til løgmann.

Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í vikuni.

Les eisini: Stóru flokkarnir fáa sjey tingfólk í part 

Tá vit í seinastu kanning spurdu ”Hvør skal vera løgmaður?” tyktist tað sum um, at sitandi løgmaður hevði mist undirtøku, tí tá var tað bert triði hvør veljari, sum peikaði á sitandi løgmann.

Men í nýggju kanningini har 500 fólk vórðu spurd týskvøldið, eru tað aftur nærri 40 prosent, sum svara Aksel V. Johannesen.

Og myndin er tann sama. Bárður á Steig Nielsen kemur á øðrum plássi við 21,9 prosentum, síðan Jørgen Niclasen við 14,8 prosentum og Høgni Hoydal við 10,4 prosentum. Av hesum trimum er tað bert Høgni Hoydal, sum gongur fram í mun til kanningina í síðstu viku.

Merkisvert er, at av teimum trimum ”smáu floksformonnunum” er tað nú Jógvan Skorheim, formaður Sjálvstýris, sum er best umtóktur. Hann hevur annars ligið aftastur í undanfarnum kanningum.

2,7 prosent peika nú á Jógvan Skorheim, meðan 2 prosent peika á Poul Michelsen úr Framsókn og 1,9 prosent á Jenis av Rana úr Miðflokkinum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder