Føroyski veljarin heldur ikki, at núgaldandi fiskivinnuskipan skal støðga fyri at fara aftur til skipanina, sum var galdandi áðrenn 1. januar 2018.
Tað vísir veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.
Spyr.fo spurdi í kanningini týskvøldið 500 veljarar henda spurningin: ”Hvørja fiskivinnuskipan ynskir tú tær?”
Svarmøguleikarnir vóru tríggir. Nógv tey flestu, 52 prosent, svaraðu ”Núverandi skipan við tillagingum”. 29 prosent av teimum spurdu svaraðu ”Undanfarnu skipan við dagføringum”, meðan tey seinastu 19 prosentini søgdu seg ikki vita.
Rættiliga stórur munur er hvat fólk svara, alt eftir um tey koma úr bý ella av bygd.
Heili 61 prosent av veljarunum í Tórshavnar kommunu ynskja núverandi skipan, meðan 19 prosent ynskja at fara aftur til eina skipan, ið líkist teirri gomlu.
Eitt sindur øðrvísi er hjá teimum, sum búgva uttan fyri høvuðsstaðarkommununa. Her siga 46 prosent – og harvið framvegis tey flestu – at tey eru nøgd við núverandi skipan við tillagingum, meðan 36 prosent ynskja at fara aftur til ta gomlu.
Tá hugt verður eftir politiskum tilknýti, so er myndin ein heilt onnur.
Og her vísir tað seg, at núverandi fiskimálaráðharri, Høgni Hoydal, fær dyggan stuðul frá sínum egnu veljarunum í verjuni av fiskivinnunýskipanini. 91 prosent av tjóðveldisveljarunum ynskja núverandi skipan. Tað er tó ein lítil minniluti á trý prosent, ið ynskir at fara aftur til ta gomlu.
Eisini hinir samgonguflokkarnir stuðla nýggju skipanini. 75 prosent av javnaðarveljarunum og 74 prosent av Framsóknarveljarunum svara ’núverandi skipan’.
Sjálvstýri, sum annars í valstríðnum talar hart fyri at støðga allari uppboðssølu, hevur ikki ein meiriluta millum sínar veilarar um at venda aftur til gomlu skipanina. 40 prosent av sjálvstýrisveljarunum ynskja ta gomlu skipanina við tillagingum, men tað er minni enn tey, sum ynskja núverandi skipan. Tað gera 47 prosent av sjálvstýrisveljarunum.
Av sambandsveljarunum eru 41 prosent, sum ynskja at fara aftur til gomlu skipanina – nakað tað sama sum hjá Sjálvstýri – men tað eru ikki eins nógvir sambandsveljarar, sum taka undir við núverandi skipan, tí meira enn ein triðingur av sambandsveljarunum er ivasamur í hesum spurningi, og svara tí ’veit ikki’.
Ikki óvæntað er stórur meiriluti millum fólkafloksveljarar um at fara aftur til gomlu skipanina. Tveir triðingar av fólkafloksveljarunum ynskja at venda aftur við tillagingum, men tað eru tó 22 prosent av teimum, ið velja lista A, sum eru nøgd við núverandi skipan um hon verður lagað til.
Føroyaflokkurin er mest markantur. Har er ongin ivi, men 80 prosent fyri gomlu skipanini og 20 prosent fyri núverandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald