Mentan

Fólkslig og barnavinarlig framsýning í Spaniastovu

Janus á Húsagarði sýnir fram tekningar í Spaniastovu allan julimánaða

2019-07-01 17:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin verður fernisering av nýggjari listaframsýning í Spaniastovu í Klaksvík. Tá verður eisini høvi at hitta hin fjølbroytta listamannin Janus á Húsagarði.

Framsýningin fer at hanga uppi allar yrkadagar uttan hósdagar og leygardagar fram til 3. august.

Talan er um eina fólksliga og barnavinarliga framsýning. Myndaevnini eru smáar løtur – ein kann vera heppin at síggja – úti í føroysku náttúruni, um ein hevur eyguni við sær: Tveir fiskar, sum fáa eyga á hvønn annan ella ein fuglur, sum fortelur einum trølli eitthvørt. Myndirnar síggja ofta út sum um tær hoyra til eina søgu, men so er ikki. Søguna má ein sjálvur evna til.

Janus er 43 ár. Hann hevur teknað og málað síðani hann var smádrongur. Hann hevur áður havt framsýningar í Føroyum, Íslandi og Danmark. Janus hevur teknað barnabøkur sum Mosamollis og Mosalisa, Veiða vind, Dunnungin pu, Tann klóka æðan, Drongurin sum gloymdi hvussu man spælir. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder