Mentan

Fólkslig og festlig kórkonsert í Finsen

Luttakandi kórini eru Røsterett for all úr Noregi, Kórið hjá Johan og Morgunkórið

2023-09-12 13:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Konsert verður í auluni í Finsen við norska kórinum Røsterett for alle, Kórinum hjá Jóhan og Morgunkórinum leygardagin 16. september klokkan 16.

Norska kórið Røsterett for alle er í hesum døgum og vitjar í Føroyum. Kórleiðarin hjá teimum er Maria Malmsten, sum er útbúgvin á Griegakademiet í Bergen. Hon hevur nógv ár á baki sum sanglærari og kórleiðari. Hon var lærari í Musikkskúlanum í Havn fyri 20 árum síðani.

Morgunkórið, sum varð sett á stovn í morgunsendingini í Kringvarpinum fyri átta árum síðani, fer eisini at syngja. Sigrið Sivertsen er kórleiðari hjá Morgunkórinum.

Triðja kórið, sum luttekur, er Kórið hjá Johan. Har stjórnar Ann Kristin Nilson. Kórini hava sera fjøllbroytta skrá. Tað verður fólksligt, rútmiskt og festligt. Og áhoyrararnir fáa kaffi og kaku við í kostnaðinum, sum er 50 kr. Konsertin varir í ein góðan tíma. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder