Uttanlands

Fólkatingslimur meldar útvarpsstøð fyri aprílsøgu

Pia Adelsteen úr Danska Fólkaflokkinum helt ikki skemti verða stuttligt

Kim Christiansen og Pia Adelsteen, sum eiga matstovuna A'Porta (Mynd: Scanpix)

Kim Christiansen og Pia Adelsteen, sum eiga matstovuna A'Porta (Mynd: Scanpix)

2019-04-03 18:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danski fólkatingslimurin Pia Adelsteen úr Danska Fólkaflokkinum hevur melda Radio24syv til løgregluna fyri aprílsøgu.

Radio24syv ringdi til Pia Adelsteen og segði seg verða løgreglan. Tey upplýsti hana um at ein bilur hevði koyrt inn í matstovuna, sum Pia eigur saman við manninum, og at ein persónur hevði latið lív.

- Tey góðu tíðindini eru, at tað er handan har hýsteriska, sum ikki vil arbeiða, tí at hon ikki fær

løn fyri sjúkrafráveru. Apríl!, segði útvarpsverturin.

Orsøkin til aprílsøguna er, at matostovan, A’Porta, hevur verið undir atfinningum fyri ikki at hava sáttmálar við starvsfólki.

Útvarpsstøðin hevur biðið Pia Adelsteen um umbering, men hetta hevur ikki verið gott nokk. Pia hevur nú melda útvarpsstøðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder