2024-05-11 23:12
Føroya Politi hevur fingið fleiri fráboðanir um fólk, ið hava fingið eini SMS-boð frá PostNord í Danmark. Í boðunum biðja tey um fleiri upplýsingar, soleiðis at pakkin, ið er bílagdur, kann verða sendur á rættan bústað.
Løgreglan hevur kannað boðini, og tað er talan um svik. Hóast tað er væl orðað á føroyskum, so kunnu vit vissa øll um, at talan er um svik og Føroya Politi vil tí staðiliga mæla øllum til, ikki at tøppa inn persónligar upplýsingar á heimasíðuni og sletta boðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald