Innanlands

Fongslaður í 14 dagar fyri harðskap

Harðskapurin varð framdur í Havn sunnukvøldið

2025-03-25 08:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður var í gjár fongslaður í 14 dagar fyri harðskap. Tilburðurin fór fram í Havn sunnukvøldið.

Løgreglan er í hesum sambandi ikki sinnað at greiða nærri frá nær og hvussu tað er hent.

Orsøkin til at løgreglan kravdi at maðurin varð varðhaldsfongslaður, skal helst finnast í, at skuldsetti hevur líknandi skuldsetingar hangandi frammanundan, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder