Innanlands

Fongsul í 60 dagar og útvístur úr Føroyum í fýra ár

Hetta var revsingin hjá einum útlendingi, sum herfyri stjól úr fimm handlum fyri eitt virði á umleið 60.000 krónur. Maðurin hevði arbeitt í Føroyum í stutta tíð.

Persónurin stjól i stóran mun klæði og játtaði seg sekan

Persónurin stjól i stóran mun klæði og játtaði seg sekan

2026-09-02 13:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í august mánaða varð ein persónur handtikin fyri at hava stolið úr fleiri handlum. 

Sambært Kringvarpinum var talan um fimm handlar í Havn og í Runavík. Í stóran mun var talan um klæði, men eisini nakað av elektronikki.

Virði á vørunum var 60.000 krónur sambært kvf.fo, og fekk maðurin eisini 60 daga fongsulsrevsing.

Hetta er greitt eftir dómin í Føroya Rætti týsdagin.

Av hesum eru 20 dagar treytaðir, og hevur persónurin sitið í varðhaldi í tíggju dagar. 

Útlendski maðurin kom til Føroya at arbeiða í juli. Hann játtar seg sekan, og fyri stuldurin er hann vístur úr Føroyum í fýra ár.






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder