Týsdagin í farnu viku varð 65 ára gamla Britta Nielsen dømd seks og eitt hálvt ára fongsulsrevsing fyri grovt svik fyri 117 mió. krónur.
Britta Nielsen starvaðist hjá danska Barna- og almannamálaráðnum, og flutti hon í tíðarskeiðnum 1993 – 2018 peningin frá ráðnum til sín sjálvs.
Og dómurin, sum varð sagdur í býarrættinum í Keypmannahavn, verður ikki kærdur, boðar ákærumyndugleikin frá í tíðindaskrivi í dag.
Ákærumyndugleikin væntar ikki, at landsrætturin hevði tikið eina øðrvísi avgerð, og longu sama dag, sum dómurin fall, boðaði verjin hjá Brittu Nielsen, Nima Nabipour, frá, at eingin ætlan var um at kæra dómin.
– Klienturin hjá mær er glað um, at alt er yvirstaðið, segði verjin.
Nú Britta Nielsen kann koma inn at sita dómin hjá sær, byrjar rættarmálið móti børnum hennara í komandi viku.
Børn hennara, ið øll eru vaksin, eru ákærd fyri at hava móttikið gott 50 mió. krónur tilsamans, og hildið verður at tær stava frá svikinum hjá Brittu Nielsen.
Tey trý børnini nokta seg sek.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald