Tvær ungar umhvørvisstríðskvinnur hava fingið fongsulsrevsing fyri at stoyta tomatsuppu á ein málning hjá van Gogh á listasavninum London National Gallery í oktober 2022.
Ein 23 ára gomul og ein 22 ára gomul kvinnu hava fingið ávikavist tvey ár og 20 mánaðir í fongsli fyri herverk. Tær noktaðu seg sekar.
Í rættinum varð sagt, at tær vóru nær við at fremja óbøtiligan skaða á málningin, sum hevði ómetaliga stórt virði. Tó var tað bert ramman, sum fekk skaða.
Talan var um skaðar fyri umleið 10.000 pund, sum svarar til umleið 90.000 í okkara krónum.
Tær báðar stríðskvinnurnar eru limir í bólkinum Just Stop Oil, sum krevur, at bretska stjórnin steðgar øll nýggj olju- og gassloyvi.
Just Stop Oil er blivin kendur fyri at hava framt fleiri átøk í Stórabretlandi. Bólkurin hevur m.a. blokerað fyri ferðsluni, órógvað mentanartiltøk, og fyrr í ár sproytaðu umhvørvisstríðsfólk úr bólkinum eisini máling á heimskenda fornminnið Stonehenge.
Eftir at hava stoytt tvær dósur av Heinz-tomatsuppu á málningin, límaðu stríðskvinnrunar hendurnar fastar á veggin undir málninginum.
– Hvat hevur meira virði, listin ella lívið? Er hon meira verd enn mat? Meira verd enn rættvísi? róptu stríðskvinnurnar.
Løgreglan var skjót á staðnum og handtók tær.
Málningurin úr røðini Tournesols (fø: Sólblómur) hjá Van Gogh verður mett at vera yvir 600 milliónir krónur verdur, og er málningurin ein av teimum mest virðismiklu, sum finnast á London National Gallery.
Nakrar tímar eftir, at revsingin varð kunngjørd í gjár, svaraðu trý stríðsfólk úr Just Stop Oil aftur við enn einaferð at stoyta tomatsuppu á sólblómurnar hjá van Gogh.
Tveir málningar vórðu raktir. Málningarnir eru vardir av glasi, og tí fingu teir heldur ikki skaða hesa ferð.
Stríðsfólkini vórðu handtikin, og málningarnir vórðu kannaðir og síðani hongdir upp aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald