2020-02-07 20:47

Margreta Lív Olsen kann fegnast um, at hon spældi Gekk í kvøld. Tí fyri løtu síðani gjørdist hon 550.000 krónur ríkari.
Gekkurin var 1.650.000 krónur, men Margreta Lív valdi at leggja pengarnar í teir tríggjar leyparnar, og harvið vóru 550.000 krónur í hvørjum.
Og longu í fyrsta snari rakti Margretha Lív Olsen á gula leypin og vann sostatt 550.000 krónur.
Ein øgiligur rómur í telefonini, har sjey fólk sótu og spældu gekk. "Oh my god", segði Margeta Lív Olsen, sum helst var tikin av bóli av støðuni.
Hon avdúkaði, at ein partur av pengunum skuldu brúkast til ein bil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald