2021-10-12 08:58

Løgreglan fekk í nátt eina fráboðan um eitt innbrot í einum handli í Havn.
Tjóvurin fór avstað við kassatólinum í handlinum, og av tí at innbrotið varð meldað meðan viðkomandi var inni í handlinum, var løgreglan skjót á staðnum, og fann viðkomandi nærhendis.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir í morgun, at persónurin ikki var førur fyri at vera avhoyrdur í nátt, so hann hevur brúkt náttina í klivanum. Í dag verður arbeitt víðari við málinum, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald