Innanlands

Fór út av í Saksunardali

Í gjárkvøldið var eitt lítið ferðsluóhapp í Saksunardali, men eingin fólkaskaði var, sigur løgreglan, sum leggur afturat, at vikuskiftið sum heild hevur verið friðarligt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-16 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið fór ein bilur út av vegnum í Saksunardali.

Vegurin er smalur, og tað kemur fyri, at førarar, sum ikki eru vanir at koyra í økinum, koyra út av, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at førarin var útlendingur, og at hann fekk ongan skaða.

Førarin skuldi av landinum við Norrønu, so hann varð koyrdur til Havnar, og bilurin varð eisini tikin upp og fluttur til Havnar, so hann slapp umborð á Norrønu.

Vaktleiðarin upplýsir, at hóast fleiri tiltøk hava verið hetta vikuskiftið - Sundalagsstevna í Kollafirði og Fjarðarok í Skálafirði - hevur sum heild verið friðarligt.

Fyrrapartin í gjár varð ein bilførari í høvuðsstaðnum tikin fyri rúsdrekkakoyring, og í nátt fekk ein persónur bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, og ein annar fyri ikki at vilja upplýsa fyri løgregluni, hvør hann var.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder