Innanlands

Foratónar: Ein tónleikafestivalur fyri at hátíðarhalda 25 ár

Serligur dagur á heiminum Korndalsbýlinum á Eiði 7. september og verður hesin hildin við maner. - Vit hava sæð við øðrum tiltøkum, ið vit hava havt, at tað gevur hugna, samanhald og trivna.

Á skránni verður m.a. tónleikur og sangur, barnatiltak og málningauppboðssøla. Millum tey, ið fara at framføra eru Tær 4, Magni Christiansen og Jens Marni Hansen. Eisini verður alment

Á skránni verður m.a. tónleikur og sangur, barnatiltak og málningauppboðssøla. Millum tey, ið fara at framføra eru Tær 4, Magni Christiansen og Jens Marni Hansen. Eisini verður alment "Syngið við" í kirkjuni (Mynd: eidi.fo)

2024-08-27 15:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit ynskja at gera ein tónleikafestival, tí vit hava sæð við øðrum tiltøkum, ið vit hava havt, at tað gevur hugna, samanhald og trivna. Ein hittir fólk, sum man ikki hevur sæð í langa tíð. Hetta gagnar bæði búfólkum, avvarandi, starvsfólkum og bygdafólkunum.

Soleiðis siga Varna av Rana og Joan Hammer við heimasíðuna hjá Eiðis kommunu í dag.

Tær standa fyri at skipa fyri stórum tiltaki, sum verður leygardagin 7. september, í sambandi við at Korndalsbýlið á Eiði verður 25 ár.

Á skránni verður m.a. tónleikur og sangur, barnatiltak og málningauppboðssøla. Millum tey, ið fara at framføra eru Tær 4, Magni Christiansen og Jens Marni. Í kirkjuni verður eisini "Syngið við", skrivar eiði.fo.

- Kornsdalsbýlið hevur verið eitt stórt frambrot fyri eldraøkið, her norðuri á Eiði. Nú 25 ár eftir, tænir tað enn væl sínum endamáli. Búfólk, avvarandi og starvsfólk trívast væl her. Fólk detta inná gólvið til eina stutta vitja, ein drekkamunn og eitt prát. So Korndalsbýlið er at kalla eisini ein savnandi miðdepil í bygdini.

Heimið liggur mitt í bygdini - á Foravegi 9 - og tískil fer føðringardagstiltakið og festivalurin at eita "Foratónar". Tað mesta fer eisini at ganga fyri seg í bygninginum, sum er beint við barnagarðin, fótbóltsvøllin og ítróttarøkið.

- Sum samskipari er tað fantastiskt, at síggja gleðina hjá búfólkunum og avvarandi undir tiltøkunum, har tey kunnu vera saman og uppliva nakað saman. Vit síggja eisini, at búfólk og avvarðandi gleðast um hesar løturnar, sum tey kalla stjørnuløtur.

[object Object]
Mynd: eidi.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder