
Tilsamans 1877 nýggj akfør vórðu skrásett í 2020. Hetta er 343 færri enn í 2019, og orsøkin skal síggjast í at Føroyar í vár fóru niður í ferð, og keypihugurin av bilum minkaði.
Kortini tykist hann nú hava tikið dik á seg aftur. Í desember 2020 vóru 139 nýggj akfør skrásett í mun til 120 árið fyri.
Mest seldi bilurin í ár er Ford. Sambært hagtølunum hjá Akstovuni komu 358 Fordbilar á føroysku vegirnar í 2020, meðan tað vórðu skrásett 310 nýggj akfør av slagnum Volkswagen. Toytota er triðmest seldi bilur við 263 skrásetingum.
Á topp-10 listanum yvir mest seldu bilmerki sæst eisini Brenderup, sum er slag av viðfestisvognum.
Mest seldu bilmerki 2020
1. Ford (358 akfør)
2. Volkswagen (310 akfør)
3. Toyota (263 akfør)
4. Renault (211 akfør)
5. Kia (186 akfør)
6. Volvo (143 akfør)
7. Mercedes-Benz (142 akfør)
8. Brenderup (121 akfør)
9. Nissan (110 akfør)
10. Citroen (98 akfør)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald