Innanlands

Ford mest seldi bilur í juli

26 bilar av slagnum Ford vórðu seldir farna manað. Volkswagen er framvegis mest seldi bilur higartil í ár, vísa tøl frá Akstovuni

2019-08-06 16:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ford var mest seldi bilur í juli mánað. Hetta vísa tøl hjá Akstovuni.

26 bilar av slagnum Ford, sum bilasølan Wenzel umboðar, vóru skrásettir í juli mánað. Næst mest seldi bilur var Toyota við 21 bilum. Honda og Volkswagen hava eitt deilt triðja pláss við 20 bilum hvør.

Volkswagen er annars mest seldi bilur higartil í ár við 218 nýggjum skrásettum bilum. Nissan næstmest seldi við 194 bilum og Toyota á triðja plássi við 188 bilum.

Mest seldu merkir í juli 2019

[object Object]

Nógvir nýggir bilar verða skrásettir hvønn mánað. 164 nýggir persónbilar vóru skrásettir í juli mánað, og hóast hetta eru 28 færri bilar enn í juli mánað í fjør, so eru væl fleiri nýggir bilar skrásettir í ár í mun til í fjør, vísa tølini sum Akstovan hevur kunngjørt.

Heili 1463 bilar eru skrásettir higartil í ár meðan 1373 bilar vóru skrásettir um somu tíð í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder